Eg var føddur í hesum landi
Her stormarnir herja títt
Úr einum reinum og ríkum havi
Hevja tindar og fjøll seg frítt
Her syngi eg mínar sangir
Um nætur í gleði og ró
Um sorgarfullar dagar
Hjá okkum og hesari tjóð
[Chorus]
Eg vil li–va
Fyri kærleikan eg fái frá tær;
Eg vil li–va
Sum ein spurningur ið krevur eitt svar
Eg vaks upp í hesum landi
Her tað mangan er kalt og grátt
Og prát sum okkum dámar
Tað er ongantíð ov smátt
Tey sum einki eiga
Skulu ikki hava meir
Hóast byrdan altíð lætnar
Um vit bera hana fleiri
[Chorus]
Eg vil li–va
Fyri kærleikan eg fái frá tær;
Eg vil li–va
Sum ein spurningur ið krevur eitt svar
You might also like
My Bonnie
The Beatles
Sektus og Sketerius
Harkaliðið
Hundur mín Kingoson
Kular Røtur
Eg havi búð í hesum landi
Tá tað sprettur á hvørjari ong
Og skip leggja tung at landi
Eg fagna væl teirra fong
Mær kenslur í barminum brenna
Føroyar og fólkið her býr;
Má frælsi vera tín arvur
Ein gáva ómetalig dýr
[Chorus]
Eg vil li–va
Fyri kærleikan eg fái frá tær;
Eg vil li–va
Sum ein spurningur ið krevur eitt svar
Lyrics Submitted by Sveinur
Lyrics provided by https://damnlyrics.com/