Heimkoman

Jens Marni Hansen

Heimkoman

Hon kom til mín nú eitt kvøldi
eg afturkomin var
eg spurdi, og hettar hon svarar
eg sannleikan vil siga fyri tær

Eg elski teg og bert tín vil vera
og tekur tú meg ei eg veit
at sorgina ei eg kann bera
og við vónloysi tú meg hevur veitt

Hvat skal eg gera
hon mín nú vil vera
men tá eg burtur farin var
hon ein annan valdi sær

Ja, nú veit eg, hvat eg vil gera
eina aðra eg finna mær vil
sum trúgv ímóti mær vil vera
til deyðin okkum skilja vil

Hvat skal eg gera
hon mín nú vil vera
men tá eg burtur farin var
hon ein annan valdi sær

Ja, nú veit eg, hvat eg vil gera
eina aðra eg finna mær vil
sum trúgv ímóti mær vil vera
:,:til deyðin okkum skilja vil:,:

Lyrics Submitted by Annika

Lyrics provided by https://damnlyrics.com/