Undir einum lítlum træi situr neyðars dukkan Fía, nú er nátt og ringt er lagið, tað er troyttandi at bíða.
Bíða eftir mammu síni, sum nú púra hevur gloymt, at hon altíð plagar at balla Fíu, undir hennar dýnu.
Yvir býnum er nú friður,Fía følir seg so váta, tí tað regnar – oysir niður,og hon vil so illa gráta.
Men við eitt er Fía varin við at onkur leypur, rennur,og hon roynir nú at lurta,man tað vera ein, hon kennir?
Undir einum lítlum træi vaggar mamman lítlu Fíu, nú er seint, og ringt var lagið, tað var troyttandi at bíða.
Lyrics Submitted by Martin Andreas Kruse
Enjoy the lyrics !!!