damnlyrics.com

Maria

Fyrsti fer eg sá teg

tað var ein summardag

tú kom rennandi ímótir mær so glað

tí langa myrka hár í vindinum sum lín

eg minnist at eg ynskti tú vart mín

og vit hildu saman

men bert í stutta tíð

eg sveimaði á skýggjum

tú vart so fitt, so blíð

Men tú vildi liva lívi,

tú vildi vera frí

og árenn eg visti,

vart tú ei longur mín

CHORUS:

Farvæl Maria,

farvæl og takk fyri tað tú var

úr okkum báðum spurgdist onki par

men takk, takk Maria

árini tey gingu

men eg gloymdi ikki teg

og ein dag møttist aftur tú og eg

ein nálan merktan arm

Tú rætti fram og bæð

eitt oyra til mat

sít mær ikki tað

Eg nevndi teg við navni

eg gav tær tað tú bæð

tú orkaði ikki at svara

men fór grátandi avstað

íkvøld árenn konsertina

fekk eg tey tungu boð

at tú vart deyð, hví skuldi tað henda so

eg fekk ikki siti her, eg mátti út

at fáa linna fyri mína sút

regni fjaldi tárini og gott var tað

ongin skuldi síggja at eg græt

tað byrjaði í spølni, men tú dugdi ikki her

prísurin var høgur, tú mátti gjalda nógv

men Maria eg vil minnast teg

sum tú var tann summardag

tú kom rennandi ímótir mær so glað

CHORUS:

Farvæl Maria,

farvæl og takk fyri tað tú var

úr okkum báðum spurgdist onki par

men takk, takk Maria

(INSTUMENTAL)

---

Lyrics submitted by Una Ròsa Bieber.

Enjoy the lyrics !!!